HEIM
20.05.2008

Skúlablaðið: Runavíkar skúli fingið loyvi at hava forskúla

Við loyvinum fylgja tó treytir við, sum skúlin vil hava broyttar. Verða tær ikki tað, er ivasamt, um forskúli verður

Fríggjadagin fingu Runavíkar kommuna og harvið skúlin í Runavík at vita frá Mentamálaráðnum, at tey komandi skúlaár kunnu fara undir forskúla sum eina royndarverkætlan í eitt ár. Hetta fegnast tey um, men tey eru tó ikki so fegin um treytirnar, ið fylgja við loyvinum. Mentamálaráðið hevur nevniliga sett sum treyt, at forskúlin skal skipast eftir sama leisti sum forskúlin í Sankta Frans skúla í Havn. Við øðrum orðum, at námsfrøðingar skulu setast og ikki lærarar.

- Vit undrast yvir hesar treytirnar, tí talan er um ein forskúla; vit hava ætlað at hava tveir flokkar og at seta ein lærara og ein námsfrøðing til hvønn flokkin sær, sigur Ásmund Lamhauge, skúlastjóri í Runavíkar skúla.

Runavíkar kommuna, ið er umsøkjarin, hevur umvegis skúlaleiðsluna vent sær til Mentamálaráðið um at fáa treytirnar broyttar. Er Mentamálaráðið ikki sinnað fyri tí, er ivasamt, um farið verður undir forskúla í ár.
- Vit vilja hava púra greið viðurskifti við Føroya Lærarafelag; seta vit lærarar í forskúlan, skulu øll sáttmálaviðurskiftini, ið er galdandi fyri lærarar, vera galdandi.
Skal forskúlin setast á stovn at byrja við komandi skúlaársbyrjan, skal arbeiðast skjótt. Tí vónar skúlastjórin í Runavíkar skúla, at Mentamálaráðið viðger umbønina um broyttar treytir beinanvegin.
- Foreldrini eru ótolin og vilja vita, hvussu verður. Og skulu fólk setast og læruætlan gerast, mugu vit í gongd beinanvegin.
Ætlanin er, at forskúlin skal rúma 37 børnum, ið hoyra til Runavíkar skúla. Hølini eru klár, tey eru í skúlanum á Glyvrum. Forskúlin verður partur av innskúlingini..