HEIM
18.04.2012

Skúgvur og Munkur á Runavík

Pf. Faroe Origin, sum eigur flakavirkið í Runavík, keypti fyri fáum døgum síðani trolaraparið "Vágfelli-TG7" og "Hvannafelli-TG607" frá felagnum Hvannadali í Vági. Skipini hava staðið á sleipistøðni hjá Mest í Havn í nakrar dagar og í kvøld eru tey komin á Runavík, har tey nú eru skrásett at vera heimahoyrandi.

Nýggj nøvn eru sett á skipini. "Vágfelli-TG7" eitur nú "Skúgvur-FD71". Skipið er smíðað á Carnave-Estaileiros Navaisd S.A. – skipasmiðjuni í Portugál í 1990. Tað er 30,67 metrar langt og 7,90 metrar breitt. BT og NT eru ávikavíst 364 og 109. Maskinan er av Stork Werkspoor slagnum , 6 FGHT 240, 730 kw/993 Hk. "Hvannafelli-TG607" eitur nú "Munkur-FD70". Skipið er smíðað á Lunde Varv & Varkstad AB í Svítjóð í 1988. Tað er 34 metrar langt og 6,30 metrar breitt. BT og NT eru ávikavíst 436 og 131. Maskinan er av Bergen Diesel slagnum, LDM-6, 6s, 4t, 643 kw/875 Hk.

"Skúgvur" og "Munkur" fara fyrsta túrin við nýggjum eigarum ein av døgunum, og ætlanin er sum skilst, at veiðan skal avreiðast til flakavirkið hjá felagnum í Runavík. Sambært yvirlitinum hjá Fiskiveiðieftirlitinum eiga skipini 125 fiskidagar í part á innaru leið í fiskiárinum 2011/2012, sum byrjaði 1. september 2011.

Runavíkar havn/kommuna ynskja felagnum Faroe Origin hjartaliga tillukku við keypinum av skipunum báðum, - við vónunum um blíðan byr í tíðini sum kemur.