HEIM
27.11.2019

Skuffan sett í á Hórheiðum

Fyri einum lítlum mánaða síðani var sáttmáli undirritaður á Skála um útstykkingina suður frá Hórheiðum. Jón Sigurdsson og Tórbjørn Jacobsen skrivaðu undir fyri ávikavíst Articon og Runavíkar kommunu. Tá varð sagt, at Articon fór undir arbeiðið seinast í november mánaða og at væntandi verður komið á mál í november mánaða í 2020.

Kl. 13 í dag setti borgarstjórin fyrstu skuffuna í svørðin, og harvið er arbeiðið byrjað. 27 grundstykkir eru ætlað í hesi útstykkingini. Ynskja áhugað at vita meiri um útstykkingina ber til at seta seg í samband við Runavíkar kommunu.