HEIM
18.07.2008

Skráin til Laksa- og Sølutorgið

Góður fólkatónleikur frá Fólkatónleikarastevnuni verður á Laksa- og Sølutorginum í dag, umframt nógv annað spennandi. Torgið er opið frá kl.10.00–16.00
Sera leskiligt Laksaborð við ókeypis pinnamati til øll vitjandi og kokkur er á staðum og gevur góð ráð.

Kl. 10.00 Torgið letur upp!
Listaframsýning v/ Harry Knudsen og Jastrid Langgaard
Kl. 11.00 Spæla italsku Pivari góðan fólkatónleik og møguleiki verður eisini hjá áhoyrarunum at verða við í italskum fólkadansi.
Kl. 12.00 Leggja Boys in a band leiðina framvið laksatorginum á sínari konsertferð kring Føroyar og spæla í uml. 15 min.
Kl. 12.30 Verður stóra Ævintýraferðin við hjá Búa SibbidibbidimdimdubadabaDam og Dánjal Kagadingdingkagadingdingkagadum.
Kl. 13.30 Skipar NSÍ fyri Brotssparkskapping
Kl. 14.00 Spælir trioin Dánjal
Kl. 15.30 Italsku Pivari spæla meira fólkatónleik

Á torginum: Geitir og fitt geitalomb – fiskasøla – fruktsøla – breyðsøla – blómu- og urtagarðssøla – ymiskt til havan – kaffisøla – íssøla – candyfloss – poppcorn – chips – andlitsmáling – køkutombola – fiskibrunnur – leikuloppumarknaður – brotssparskapping – og nógv ymiskt annað stuttligt og spennandi

Kunningarstovan í Runavík og Runavíkar Kommuna

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/5230A2F7-14D9-4FB2-BE8D-A554C517319C.pdf