HEIM
11.08.2007

Skrá fyri Summarhugna í Oyndarfirði

Summarhugni í Oyndarfirði.

Í samband við hugnadagin í Oyndarfirði leygardagin, verður eisini nýggji sparki vøllurin í bygdini tikin í brúk. Vøllurin verður yvirtikin kl 16.00 leygardagin, og umboð fyri Fótbóltssamband Føroya og Runavíkar Kommunu verða hjástødd.

Skráðin fyri dagin:

Kl. 16.00 Vøllurin verður handaður
Kl. 16.30 Spøl og kappingar fyri børn
Kl. 17.00 Spøl og kappingar fyri vaksin
Kl. 17.30 Trølla Pætur við familju vitja
Kl. 18.30 Grill, matsøla v.m.
Kl 20.00 Hugleiðing við Freydis Poulsen
Uml kl 23.00 dansur við Brim

Vit síggjast í Oyndarfirði!