HEIM
27.08.2012

Skótahúsið við Løkin

Nú eru teir farnir undir at gera stykkið til reiðar, so farast kann undir bygging í næstum

Sum myndirnar vísa, so er so smátt við at koma gongd á úti við Løkin, har nýggja skótahúsið hjá KFUM skótunum við Løkin skal vera.

Seinasta hondin verður løgd á sjálvt stykkið, og menn eru í holtur við at binda jarn, sum skal brúkast til stoypiarbeiðið, so nú røkist fyri at húsini koma upp um stutta tíð. Væntandi verður húsið liðugt í á vári næsta ár.

Danski grunnurin Lokale- og Anlægsfonden stuðlar verkætlanini við tveimum milliónum krónum, Runavíkar kommuna stuðlar við 850.000 kr., Mentamálaráðið stuðlar við 660.000 kr, Frítíðargrunnurin við 50.000 kr og skótarnir hava sjálvir samlað 800.000 kr. til verkætlanina, sum íalt fer at kosta 7,2 milliónir krónur at fremja.