HEIM
10.06.2019

Skótahúsið við Løkin á Eystanstevnu

Leygarkvøldið á Eystanstevnu verður skótahúsið við Løkin, karmur um trý tiltøk.

Kl. 22.00        “syngið við”
Sverri Justinussen, Eyðun Gaardbo, Oddfríður Gaardbo, Sigmar Davidsen, Torbjørn Jacobsen, Ludvík við Stein og Sunleiv Højgaard leggja tilrættis.

Kl. 22.30        Miðnáttarsamkoma
Uni Leitisstein Hansen heldur miðnáttarrøðuna 2019, Kór Glyvra Kirkju syngur og Nes Sóknar Musikkfelag spælir

Kl. 00.00        Dansur við Punjab

Punjab varð stovnaður í 2012, og byrjaði í grundini sum eitt skúlaorkestur, tá limirnir í bólkinum, Árni Johannesson (sang, guitar), Matthias Kjølbro (saxofon), Tórður Dam Jacobsen (trummur), Kristian Pauli Ellefsen (keyboards), Kári Ellingsgaard (bass) og Robert Bjarnason (guitar) gingu í sama flokki.
Í 2015 gav Punjab sína fyrstu útgávu út, The Flying Elephant. Útgávan og bólkurin fingu serstakliga góða móttøku, og til Faroese Music Awards 2016 fekk Punjab ikki færri enn fimm tilnevningar: Besti nýggi einstaklingur/bólkur, Besti bólkur, Besta útgáva (The flying elephant), og heili tveir sangir fingu tilnevning til besta sang, Hairy Woman og Run to You. Sum dansibólkur spælir Punjab eisini kendar klassikarar úr øllum heiminum, sum við serliga ljóðinum frá bólkinum fáa heilt nýtt lív.

Punjab er væl samanspældur, og spælir eina ómetaliga spennandi blanding av alternativum funk rock tónleiki við íblástri úr jazz.

Hendan samanrenning skapar sera spennandi og orkufyltan tónleik, og saman við livandi og lívsglaðum ungum monnum á pallinum er dansigólvið ongantíð tómt. Hetta slag av tónleiki finst ikki í nøkrum øðrum bólkum í Føroyum, og tí eru fyrireikarnir sera glaðir fyri at kunna bjóða eina so forkunnuga uppliving live í Skótahúsinum við Løkin til Eystanstevnuna 2019.

Tað er áhugabólkurin fyri Skótahúsinum við Løkin, ið skipar fyri dansinum. Atgongumerkir á kr. 150,- verða einans seld við dyrnar á kvøldinum. Avmarkað atgongd.