HEIM
14.06.2018

Skørutýning

Aftur í ár arbeiðir Runavíkar kommuna við at niðurberja skøruna. Skøran spjaðir seg allastaðni, og tí vil kommunan heita á borgararnar um at týna hana á egnum øki.

Skøran (Achemilla mollis) blómar millum juni og september.

Hetta kann gerast fyri at forða skøruna at spjaða seg:

  • Eldri plantur sum blóma og seta fræ, verða skornar niður. Avskurður skal í gráa posan frá IRF saman við vanligum húsarhaldsruski, so at hon ferð til brenningar.
  • Skøran má ikki koyrast til kompostering, tí tá spreiðir hon seg aftur við fræ.
  • Aftaná kann gift koyrast á bæði tær smærru nýggju og stóru eldru planturnar, tá tær byrja at vaksa við nýggjum bløðum.

Runavíkar kommuna kann fáa boð um hvar garðaskøran vaksur og koyra gift á, umframt at tilburðurin verður skrásettur.

Meira um skøruna

Heimahoyrandi í suður Evropa. Hon blívur 30 til 45 cm høg, og er nógv brúkt sum prýðisplanta í staudubedum í urtagørðum, sæst oftast væl í náttúruni, tí hon er ljósari grøn enn flestu plantur. Skøran spjaður seg við fræi. Hon køvur annan lægri vøkstur og kann við tíðini leggja stór øki undir seg. Sæst oftast har fólk hava koyrt urtagarðsburturkast út. Fer plantan út í hagan, kan hon ótarna spjaða seg, tí at seyður og stórkríatur eta hana ikki.

Sí meira á heismasíðuni hjá Umhvørvisstovuni