HEIM
13.11.2017

Skipasmíð á Skála

Síðani landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, og skipasmiðjan MEST skrivaðu undir sáttmála, um at smíða føroyingum eitt nýtt havrannsóknarskip fyri “Magnus Heinason”, hevur nógv verið gitt um, hvar skipið skuldi smíðast, eftir at skrokkurin kemur til landið í 2019.

Ímorgun bar Útvarpið hjá Kringvarpinum soljóðandi tíðindi:

Skipasmiðjan Mest leitar enn eftir einari skipasmiðju uttanlands, sum kann smíða skrokkin til føroyska havrannsóknarskipið. Skrokkurin skal vera liðugur á sumari 2019. Síðani verður skipið gjørt liðugt á Skála. Tað skal vera liðugt á sumri 2020.

Løgtingið samtykti 25.august at byggja havrannsóknarskip. Skipið skal kosta í mesta lagi 307,6 mió. kr. Tá er stuðulin til skipasmiðjur taldur við. Sáttmálaprísurin er stívliga 277 milliónir, og stuðulin er átta prosent av tí, tað eru 22 milliónir krónur. Landsstýrið hevur gjørt sáttmála við Mest um at byggja skipið.

Kelda: Kvf