HEIM
03.04.2014

Skatturin 1. kvartal royndist væl

Skattainntøkan 1. kvartal 2014 er 27,9 mió ella 9,3 mió um mánaðin. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er hetta 0,9 mió meira ella ein øking upp á 3,4%.
Nógv virksemi er eisini í kommununi - á vinnuliga økinum verður m.a. ein stór útfylling gjørd á havnaøkinum í sambandi við at Bakkafrost skal byggja nýtt framleiðsluvirki.
Á mentanarliga økinum er mesta virksemi í løtuni í sambandi við bygging av nýmótans fimleikarhøll, sum verður liðug í summar.
Á sosiala økinum hevur kommunan latið byggibúgvin øki til m.a. stovn fyri fjølbrekaðum og vardar íbúðir.
3.740 fólk búgva í teimum 15 bygdunum í kommununi.