HEIM
16.01.2012

Skálafjørðurin vælegnaður til oljumiðdepil

(Grein frá oljan.fo/Jan Müller)

Skuldi tað hent, at olja ella gass verður funnið í rakstrarverdugum nøgdum á føroyska landgrunninum í ár og ein verulig oljuvinna tekur seg upp í kjalarvørrinum, so er Skálafjørðurin eitt gott boð uppá ein komandi oljumiðdepil. Tað heldur stjórin í MEST, Mouritz Mohr.

Gjøgnumbrot
2012 kann gerast árið, tá oljan fær veruligt gjøgnumbrot í Føroyum. So vónríkur var landsstýrismaðurin í oljumálum, Johan Dahl í samrøðu við oljan.fo um ársskiftið. Hann sipaði her til komandi boringina á landgrunninum.
Hetta er áttandi brunnurin, sum verður boraður í Føroyum, og hóast einki rakstrarverdugt fund enn er gjørt, so hava vit kortini útvegað okkum eina rúgvu av týðandi upplýsingum um okkara undirgrund og hava m.a. staðfest, at her finst ein virkin kolvetnisskipan.

Bryggjukanturin
Allir hesir brunnar og aðrar kanningar hava skapt eitt stórt virksemi í Føroyum, ikki minst tí, at føroysk lóggáva sigur, at allar vørur og tænastur, sum verða brúktar í sambandi við oljuleiting, skulu um føroyskan bryggjukant. Tað hevur givið arbeiði til eitt nú oljuútgerðarhavnina í Runavík, til flogfør og tyrlur hjá Atlantic Airways, til heilsølur og onnur vinnuvirki.

Verður eitt lønandi fund gjørt í hesum árinum fer spurningurin um, hvar komandi oljuvirksemið skal savnast, aftur aktuelt. Tað er so heldur einki dulsmál, at Runavíkar kommuna arbeiðir við at menna Skálafjørðin til framtíðar oljudepil í landinum, nú oljuútgerðarhavnin í Runavík hevur hýst teimum fyrstu sjey boringunum á landgrunninum. Royndirnar frá hesum arbeiðinum hava fingið bæði myndugleikar og vinnulívið á staðnum at seta út í kortið eina framtíðar oljuvinnu á fjørðinum. Í fjør varð tí sett hol á eitt stórt kanningarbeiði fyri at finna best hóskandi økini á fjørðinum til ymsar vinnugreinar eitt nú oljuna.

Nýggj úterðarhavn
Tað hevur ljóðað, at økið millum Skála og Skálabotn uttan iva fer at vera eitt gott boð uppá eina komandi oljuútgerðarhavn í framtíðini. Verandi útgerðarhavn er stór nokk til verandi leitivirksemi, sum er rættiliga avmarkað, men verða fund gjørd og útbygging sett út í kortið, so verður brúk fyri nógv størri upplandi og bryggjuplássi.

Í seinastuni hava vit hoyrt um føroyskar fyritøkur, sum leiga út føroyskar handverkarar til verkætlanir í útlandinum. Oljan. fo hevur í hesum sambandi spurt nakrar av teimum persónum, sum eru partur av hesum arbeiði, hvussu teir síggja fyri sær eina menning av oljuvinnuni á landi í Føroyum.
Og tað er eingin loyna, at hjá einum av teimum stóru aktørunum í oljuvinnuni í løtuni, skipasmiðjuni Mest, hava tey gjørt sær sínar tankar um framtíðar oljuvinnuna í Føroyum.

Stórir møguleikar
Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni Mest og tess dótturfelag Pam Offshore sær stórar møguleikar á Skálafjørðinum, fer ein verulig oljuvinna at taka seg upp her.

"Vit hava Skálafjørðin, sum er djúpur og breiður, og her er eisini stórt uppland, sum saman eru væl egnað til eitt nú oljuvirksemi. Tað skulu bæði havnafasilitetir og dýpi til at kunna taka ímóti eitt nú boripallum. Hetta borgar Skálafjørðurin fyri. Tað ljóðar, at myndugleikarnir her arbeiða við eini ætlan at seta av økið millum Skála og Skálabotn av til nettupp eina komandi oljuvinnu, og tað kann eg bara taka væl ímóti og giti, at tað gera vinnufyritøkur við fjørðin og myndugleikarnir sum heild eisini", sigur stjórin í MEST, Mouritz Mohr við oljan.fo. Hann vísir eisini á, at her finnast vinnuvirki so sum skipasmiðja og maskinverkstaðir, sum ein komandi oljuvinna fer at hava tørv á.

Mynd: Skálafjørðurin. Myndin er lænt frá heimasíðuni www.shf.fo, hjá Skála Handverkarafelag.