HEIM
25.06.2013

Skálafjarðartunnilin – Samfelagið hevur ikki ráð at bíða.

Borgarstjórarnir kring Skálafjørðin mæla staðiliga til, at Skálafjarðartunnilin nú verður veruleiki og ikki eina ferð enn dettur niður fyri orsaka av landspolitiskari ómegd

Skálafjarðartunnilin er ikki so langt burtur. Gævi, at hetta er veruleikin. Tíverri kann veruleikin eisini fara at vísa seg at vera, at sjøtul ikki verður settur á um eitt stórt ár, sum ætlanin annars er, men at fyrsta skotið ikki verður at hoyra, fyrrenn um 5-10 ár ella kanska ongantíð!

Vit halda, at tað er stórt spell, at málið um tunnilin aftur er um at enda í einari politiskari fløkju, har tað sýnist, at tað meiri ræður um politiskar fintur og at vinna hvørjum øðrum neisir enn um at fokusera upp á at fremja málið. Tað er so langt síðani, at cost benefit analysur vístu, at tað bíða stórar samfelagsligar inntøkur í, at tunnilin verður gjørdur. Harvið er tað eisini so sjálvsagt, at tað kostar samfelagnum nógv, at tunnilin ikki verður gjørdur.

Um talan skal vera um almenna loysn ella privata loysn er ikki upp til okkum, sum vara av lokalu myndugleikunum kring fjørðin, at gera av. Ta uppgávuna eiga landspolitikkararnir. Men vit ynskja ætlanina framda nú – tí nú er nóg mikið bíðað.

Nakað herfyri bjóðaði landsstýrismaðurin okkum á fund, har hann greiddi frá, at fyrireikingarnar nú eru komnar so mikið langt, at sáttmáli verður undirskrivaður seinni í hesum mánaðinum, at tað so verður arbeitt víðari við fyrireikingunum, og at tað verður farið undir at bora síðst í 2014 ella fyrst í 2015.

Vit frøast um hesi tíðindini. Íløgan fer at bera við sær demografiskan, mentanarligan, sosialan og vinnuligan dynamikk og harvið at gera Føroyar og føroyingar ríkari.

Samstundis harmar tað okkum, at tað nú sær út til, at royndir enn eina ferð verða gjørdar at forpurra ætlanini.

Sum umboð fyri kommunalu myndugleikarnar kring Skálafjørðin loyva vit okkum hervið staðiliga at heita á allar góðar kreftir um at arbeiða fyri, at tað nú verður álvari, so Skálafjarðartunnilin ikki enn eina ferð bara verður prát. Samfelagið hevur ikki ráð til, at henda mest samfelagsgagnliga íløgan í føroyska samferðslukervið nakrantíð ikki verður veruleiki.

Løgtingið skal nú taka støðu, og vit vóna og heita á tingið um at taka eina støðu, sum ber við sær, at arbeiðið ikki verður seinkað. Samfelagið hevur stutt sagt ikki ráð til, at tað verður bíðað og drálað meiri.

Á jóansøku 2013

Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri

Runavíkar kommuna
Magnus Rasmussen, borgarstjóri

Sjóvar kommuna
Arthur Johansen, borgarstjóri