HEIM
03.01.2013

Skálafjarðartunnilin: Ja! Brúgv um Skálafjørðin: Nei!

So stutt kann tað sigast, tá nú prátið aftur er kyknað um Skálafjarðartunnilin.
Vit vita øll, at Skálafjarðartunnilin eigur at koma, og hann eigur at koma so skjótt sum tilber. Hetta er ein verkætlan, sum við øllum útrokningum og við vanligum viti og skili vísir, at samfelagsgagnið av verkætlanini er sera stórt. Ætlanin, sum arbeitt hevur verið við í mong ár, er ein ætlan, sum við rundkoyring gevur møguleika bæði at fáa fatur á eystara og vestara armi á Skálafjørðinum. Hendan ætlan er tann, sum vit avgjørt meta sum ta einastu røttu loysnina.
Nú er so spurningurin um brúgv um Skálafjørðin aftur komin á breddan, og undrar tað meg og helst mangan við mær, at so er. Vit eiga ikki at svara til slíkt, men heldur eiga vit at halda rimmarfast við ætlanina um tunnilin við rundkoyring og tí onga brúgv. Tað gleðir meg, at Kári P. Højgaard, innlendismálaráðharri, er púra avgjørdur í hesum, at Skálafjørðurin skal ikki kvettast av við eini brúgv, sum kann forða fyri menningarmøguleikunum á Skálafjørðinum. Her verður serliga hugsað um menningarmøguleikar í samband við komandi oljuvinnu, og í hesum álvarsmáli eiga vit ikki at taka okkum nøkur óráð fyri.
Kári P. Højgaard, innlendismálaráðharri, fær tí mín fulla stuðul í síni greiðu støðu um hetta mál.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri
Runavíkar kommuna