HEIM
14.10.2014

Skálafjarðarsamstarvið havt fyrstu fundirnar

Kommunurnar við Skálafjørðin hava gjørt javnbjóðis samstarvsavtalu um økistænastuna, sum skal umsita heimatænastu og øll øki av eldrarøktini í Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommunum, nú hetta økið verður lagt út til kommunurnar at umsita pr. 1. Januar 2015.

Navn samstarvsins er "Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum" og heimstaðurin er í Runavík.

Javnbjóðis samstarv inniber, at kommunurnar eru felags um at røkja heimatænastu, eldrarøkt v.m. Skálafjarðarsamstarvið verður stýrt av einum stýri, sum telur 7 limir. Hesir limir verða valdir í mun til fólkatali í kommununum og borgarstjórin er fyrstvaldi limurin. Hinir limirnir skulu verða kommunustýrislimir.

Runavíkar kommuna hevur 4 limir, Nes kommuna 2 limir og Sjóvar kommuna 1 lim. Magnus Rasmussen, Helgi L. Petersen, Bárður K. Nielsen og Jónleyg Hammer umboða Runavíkar kommunu, Jóhannus Danielsen og Elin á Torkilsheyggi umboða Nes kommunu og Artur Johansen umboðar Sjóvar kommunu.

Stýrið hevur havt sínar fyrstu fundir, og á fyrsta fundinum skipaði stýrið seg við Jóhannus Danielsen sum formanni og Magnus Rasmussen sum næstformanni.

Í løtuni verður søkt eftir leiðara til Skálafjarðarsamstarvið og umsóknafreistin er úti 13. Oktober 2014. Eftir ætlan skal leiðarin byrja 1. desember 2014.