HEIM
30.10.2017

Skálafjarðargrindin

Grindin, sum legði beinini í Skálafirði í gjár, er mett til 328 skinn, tá ið drápspartarnir eru drignir frá.

Avgerð er tikin um at býta 18 skinn til Roðan (Vesturskin, Sjóvarlon og Røktar- og Ellisheimið í Runavík) og til Heimið við Blikagøtu.

Tað sum tá er eftir, 310 skinn, verður býtt millum hesar bygdir:

Elduvík
Funning
Funningsfjørð
Skipanes
Søldarfjørð
Lamba/Lambareiði
Rituvík
Æðuvík

Tá ið seðlarnir eru komnir út, verða hvalirnir koyrdir til omanfyrinevndu bygdir, og heitt verður á bygdarfólkið, í hvørjum einstakum føri, um at skera grindina upp og býta hana í heimapartar.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
Runavíkar kommuna