HEIM
30.10.2010

Skálafjarðar Sløkkilið 35 ára dag

Í samband við, at Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið, sum var stovnað í 1974, hátíðarheldur 35 ára dagin, verður hugnakvøld fyri sløkkiliðsfólki og teimum, sum annars hava við sløkkiliðið at gera leygardagin 30 oktober.
Serliga er tað fyri at hátíðarhalda, at tað eru 35 ár síðan 8 av teimum núverandi sløkkiliðsmonnunum byrjaðu. Hesir hava soleiðis verið við frá byrjan.

Tað kenst á sløkkiliðsfólki, at teir, eins og kommunurnar, er glaðar fyri hetta samstarv, sum øll árini hevur virka fyrimyndarligt, eins og fatanin er, at tað hevur verið lagdur stórur dentur á, at tilbúgvingin er á einum tryggum støði.

Sjálvt Sløkkiliðið varð stovnað á einum fundi á Skála 4. sept. 1974. Síðan varð útgerð bíløgd og í mai 1975 var so fysrsta manningin sett.

Fyrsta venjingin er 26. November 1975 og var væl stuðla av sløkkiliðsfólki í Tórshavn.

Hesir, sum enn er sløkkiliðsmenn eftir 35 árum, og enn leggja orku í eru:

Eiler Hansen, Nes
Andras Hansen, Skála
Kaj Olsen, Skála
Hilmar Joensen, Skála
Ólavur Berg, Skála
Petur Christian Rasmussen, Skála
Jóannes Lamhauge, Saltangará
Dánial S. Poulsen, Lamba

Manningin hjá sløkkiliðinum hevur verið støðug, og hava nógvir verið í longri tíð.

Ein av manningini verður eisini heiðraður við 25 árum, og er tað Sunleiv Højgaard, Runavík.