HEIM
19.02.2008

Skála skipasmiðja letur Thor veitingarskip

Leygardagin 23. februar kl. 10 verður fyrra veitingarskipið , sum Skála skipasmiðja byggir fyri Thor í Hósvík, doypt og latið eigarunum. Skipið, sum fær navnið Thor Alpha, varð sjósett á Skála 21. juli í fjør og varð um ársskiftið siglt til Assens í Danmark til sandblásing, metalisering og máling.

Skipið er 55,1 m langt, 12,5 m breitt og ferðin verður 13 míl. Meira sæst um skipið á www.thor.fo.

Móttøkan verður á Skála leygardagin kl. 10 og er almenn.