HEIM
14.11.2011

Skála og nakrar av smærru bygdunum fáa heimapart:

Grindin í Funningsfirði verður býtt í drápspartar og heimapartar og verður tað Skála og nakrar av smærru bygdunum í Runavíkar kommunu, ið fáa heimapart hesaferð:
• Elduvík, Funningsfjørður og Funningur - verður skorið upp á bryggjuni í Funningsfirði
• Skála og Skálafjørður - verður skorið upp á bryggjuni á Skála
• Oyndarfjørður - verður skorið upp á bryggjuni í Oyndarfirði
• Rituvík - verður skrorið upp á lendingini í Rituvík
• Æðuvík - verður skorið upp á lendingini í Æðuvík

Heitt verður á fólk um at koma at skera upp kl. 9.00.

Heimapartar kunnu heintast í Í Æðuvík, Rituvík og Oyndarfirði kl. 13
í Funningsfirði kl. 16
og á Skála kl. 18