HEIM
08.12.2017

Skála kirkja: Vit syngja jólini inn

Sunnukvøldið 10. des. kl. 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Hetta er nú 8. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki. 7 jólasálmar úr sálmabókaískoytinum umframt “Gleðilig jól” verða sungnir afturvið góðum tónleiki, sum lokalir tónleikarar taka sær av. Harafturat verður ein nýumsettur norskur jólasálmur at hoyra umframt 2 aðrar tónleikaframførslur.

Kristanna Sighvatsson, sum býr og er uppvaksin á Skála, hevur jólahugleiðingar. Frammanundan hava onnur fólk við tilknýti til bygdina hugleitt um jólaminnir frá aðrari tíð og øðrum mentanum. Kristianna er aktiv í bygdalívinum og dugir væl at siga frá – tað vísti hon m.a., í sendingini “Við Tóri á túri”, sum varð send av Skála fyrr í heyst.

Aftaná gudstænastuna bjóðar kirkjuráðið ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.
Fyrireikararnir vóna, at nógv møta upp til hetta jólaliga tiltak.