HEIM
08.12.2018

Skála kirkja: “Vit syngja jólini inn”

Sunnudagin 9. des. kl. 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Nýggir jólasálmar úr sálmabókaískoytinum verða sungnir afturvið góðum tónleiki, sum lokalir tónleikarar taka sær av.
Nikolina (Lítla) Mikkelsen hevur jólahugleiðingar. Eisini vera tónleikaframførslur.

Hetta er nú 9. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki. Frammanundan hava onnur fólk við tilknýti til bygdina hugleitt um jólaminnir frá aðrari tíð og øðrum mentanum. Lítla er sera virkin í bygdasamfelagnum og dugir væl at siga frá.

Aftaná gudstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum.