HEIM
20.08.2015

Skála aftur í EFFO-deildini

Við einum 1-0 sigri í gjárkvøldið á 07 Vestur, sum annars lá á øðrum plássi í deildini undan dystinum, hevur Skála tryggjað sær luttøku í EFFO-deildini komandi ár. Jákup Johansen skoraði málið móti endanum av dystinum.

Tað resta heili 5 umfør av kappingini í fyrstu deild, men Skála er 15 stig fremst, og tey bæði næstu liðini, B68 og 07 Vestur, hava ein innanhýsis dyst eftir at leika, og tí er longu greitt, at Skála er flutt upp í EFFO-deildina.

Spennandi verður at fylgja Skála komandi ár. Liðið er í stóran mun sett saman av ungum lokalum leikarum. Flestu teirra hava eisini royndir frá EFFO-deildini fyri tveimum árum síðani, og eru nú búnaðir eitt ár aftrat. Skála stóð seg væl tað ferðina, og góðu hinum liðunum ein skarpan gang.

Runavíkar Kommuna ynskir Skála Ítróttarfelag hjartaliga tillukku við uppflytingini.