HEIM
02.06.2016

Sjónvenjing – eitt nýtt tilboð í Føroyum

Nú legst eitt viðgerðartilboð afturat til tey, sum hava trupulleikar við sjónini, m.a. í sambandi við lesing og læring. Men tilboðið er eisini til onnur sum t.d. tey, sum troyttast ov skjótt tá tey arbeiða við teldu, tey sum íðka ítrótt ella gerast móð í eygunum tá tey koyra bil.

Hósdagin er opið hús í Saltangará, tá nýggj viðgerðarstova, sum kallast Samsjón, letur upp.

Hesi seinnu árini hevur nógv verið tosað um og arbeitt við at menna lesiførleikar hjá børnum og ungum. Tað er ein serlig avbjóðing at hjálpa teimum, sum í grundini síggja nóg væl, men kortini ikki megna at lesa samanhangandi orð og tekstir. Heilsurøktarfrøðingar gera kanningar,  geva góð ráð og senda børn víðari m.a. til fysioterapeutar. Fólkaskúlin ger serlig átøk fyri at stimbra lesiførleikan hjá skúlanæmingum, og hevur m.a. útbúgvið orðblindalærarar. Soleiðis hava nógv fingið hjálp. Men kortini eru tað nógv sum ikki hava fingið hjálp á henda hátt.

Fyri hesi er sjónvenjing kærkomið og vónríkt.

Tað er ikki bara lesiførleikar, sum sjónvenjing kann stimbra. Bæði børn og vaksin, sum hava havt gagn av sjónvenjing, uppliva fleiri framstig sum t.d. :

  • Lættari innlæring
  • Lesiferðin økist
  • Stórri áhaldni við krevjandi nærarbeiðsuppgávur
  • Blíva betri til at meta um fjarstøðu
  • Betri kropsjavnvág
  • Betri orientering
  • Betri og neyvari ítróttaravrik
  • Betri lesiførleika

Tað góða við slíkari venjing, í mun til so nógvar aðrar kropsligar venjingar, er, at tá samsjónin fyrst er komin upp á pláss, er vandin fyri afturstigi sera lítil, og tað vil tí sjáldan vera neyðugt at halda venjingina við líka.

Tað er Karina Højgaard, aut. optikari, sum bjóðar hetta nýggja viðgerðartilboðið. Høvi verður at síggja hølini og hoyra meira um sjónvenjing tá Samsjón hevur almenna móttøku á heiðavegi 25 í Saltangará hósdagin 2. juni frá kl 15 til 17. Til ber eisini at lesa meira um sjónvenjing á www.samsjon.fo