HEIM
15.10.2007

Sjónvarpsrás úr Týsklandi.

Í nærmastu framtíð, fær bóndin í Lamba Tórfríður Magnussen vitjan av sjónvarpsrásini ARD úr Týsklandi, sum skal taka upp film ímeðan bóndin og fjallmenn hansara fara á fjall á Eystursíðuni og á Mjóvanesi.
ARD er Tjóðar sendistøð Tysklands og indslagið skal sendast í sendingini "Weltspiegel" fyrst í novembur mánað, sum er ein av teimum týdningarmestu sendingunum hjá sendistøðini, við fleiri milliónum hyggjarum.

Tað verða 4 mans við í harkaliðnum og hevur Marc-Christoph Wagner, funnið Tórfríða gjøgnum Kunningarstovuna í Runavík, sum vísti holla tænastu og stóran áhuga fyri at fáa hesa heimskendu sjónvarpsrás á vitjan í Eysturoynni.

Vitjanin verður vantandi frá 18-24 okt. Tað lá ikki fyri hjá sjónvarpsfólkunum at koma fyrr. Tískil hevur Tórfríður latið nøkur av gimburlombunum ganga eftir, so at teir kundu fara eftir hesum lombunum ímeðan miðlafólki er her, so hyggjarnir fáa eina so natúrliga uppliving sum møguligt.

Tórfríður Magnussen, var mánadagin og týsdagin á fjalli í seinastu viku, og er so fyri sovítt liðugur við fjallgonguna. Tórfríður hevur hagarnar, Mjóvanes og Eystursíðuna í Lamba. Seyðurin á Mjóvanesi varð rikin síðsta mánadag. Farið varð frá húsum kl. 07.00 og allur seyðurin varð heimkomin í bygdina kl. 13.00. Á Eystursíðuna varð farið týsmorgun kl. 07.00 og allur seyðurin var í Lamba kl. 14.30. Tað gekk framúr væl at reka báðar dagarnar, og seyðurin var góður.

Mánadagin eftir raksturin á Mjóvanesi flettu teir nøkur 30 lomb og royndust hesi væl. Meðalvektin fyri veðurlombini var omanfyri 35 pund, og fyri gimburlombini omanfyri 30 pund.
Tøkan á Mjóvanesi var 100 seyðir og á Eystursíðuni var hon 110 seyðir.

Kjøtið á Mjóvanesi og Eystursíðuni er framúr vælsmakkandi. Hetta er vorðið fólki við Skálafjørðin kunnugt, og er tað tí ikki trupult at sleppa av við kjøtið.

Tórfríður, sum er ættaður av Glyvrum men búsitandi í Lamba, hevur eisini 26 mjólkineyt og er einasti mjólkibóndi í Lamba.