HEIM
06.10.2014

Sjónkeikurin, SYNDEFALDET í Løkshøll 6. okt. kl. 20

Sjónleikabólkurin við Maritu Dalsgaard og Gunnvá Zachariassen saman við tónaskaldinum Tine Surel Lange eru aftur á ferð kring Føroyar. Tær framføra leikin Syndefaldet, sum byggir á stuttsøgu hjá William Heinesen. Søgan er skriva á donskum og leikurin verður framborðin á donskum saman við livandi tónleiki.

Í summar hava tær framført nógvastaðni í Føroyum og hava fingið sera gott skoðsmál. Komandi dagarnar verður leikurin spældur á ymsum skúlum í sambandi við Listaleypin. Haraftrat eru tvær almennar framførslur.

Mánakvøldið 6. oktobur kl. 20.00 í Løkshøll í Runavík og týskvøldið 7. oktobur kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum.

"Syndefaldet - en historie om et virkelig godt menneske"
Hetta er ein av teimum meira dramatisku stuttsøgunum hjá Williami Heinesen, sum verður framførd sum leikur. Søgan ferð fram í Havnini í 30’unum. Hon snýr seg um fylgjurnar av virkinum hjá tí kvinnuliga `Don Juanninum` Varme Fanny.
Fanny verður rópt Varme Fanny, tí hon ansar hitamaskinuni í einum fiskaturkihúsi um náttina, - og so tí at hon er heit. Hon virkar sum ein magnetur uppá menn. Ein fyri og annar eftir tølast teir av henni. Hevur ein maður einaferð verið fyri erotiskum uppmerksemi fráFanny, vendist ikki aftur. Stærke Johan smeltar í hitanum hjá Fanny, og løtan saman við henni gongur ikki frá honum aftur. Innan í honum er ein kampur millum skuld og hug, loyalitet og sjálvsøkni, konformitet og spenning o.s.fr. Avleiðingarnar av samveruni hjá Johan og Fanny eru lagnutungar. Gomul hjúnar- og vinaløg koma undir trýst, og Havnin verður merkt av tungum, spælandi dragandi erossi, samgráti, vitloysi og deyða.

Søgan er søgd í eyðkendu stílleguni hjá Williami Heinesen. Stemmningsfult, humoristiskt, loyndarfult, sorgblítt og næsvíst. Myndberu- og málsliga er hon í serflokki, hon lýsir av viti, poesii og kærleika til menniskja.

Sjónleikarinnurnar Marita Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen siga frá søguni, aftur við hevur Tine Surel Lange, sum er tónaskald úr norðurnorra, skriva ljóðalandsløg og tónleik fyri teldu, cello og cello á teldu. Marita og Gunnvá hava fyrr tulka tekstir hjá Williami Heinesen við kropsligari ekspressionismu og teatralskum myndum, men hesaferð er teksturin, tónleikurin og myndirnar í sinninum á áskoðaranum í miðjuni.

Søgan verður søgd á donskum og er tí eisini væl egna til ferðafólk, sum duga danskt.

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo