HEIM
19.05.2008

Siglingarútferð av Bakka inn í Skálafjørð

Mynd: Klæmint Østerø, havnanevndarformaður í Runavíkar kommunu er væl nøgdur við umstøðurnar í nýggja bátahylinum.

Bátafelagið á Bakka skipaði leygardagin 17. mei fyri útferð inn í Skálafjørð.

Bátarnir samlaðust uttanfyri Bakkakaiina á Glyvrum og fylgdust so inn í nýggja bátahylin í Skálafirði, har telt varð sett upp við m.a møguleika at grilla. Undirtøkan var góð og bátar ymsastaðni úr landinum vóru við. Fleiri nýttu høvi at liggja leygarnáttina og gista umborð. Fólk vóru sera væl nøgd við umstøðunar og tiltakið sum heild.

Hetta er aðru ferð henda mánaðin, at hesin bátahylur er ramma um eitt tiltak á Skálafjørðinum. Vikuskiftið 3. og 4. mai var tað Bátafelagið á Toftum, sum skipaið fyri stevnu, og tá byrjaði stimitúrurin í Skálafirði, haðani siglt varð út á Toftir.