HEIM
09.09.2014

Sethúsagrundstykkir í Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna miðar eftir at hava ein so realistiskan bíðilista til grundøkir sum gjørligt, og hevur tí samtykt at broyta reglugerðina fyri grundstykkjalistan hjá kommununi.

Umsøkjarar skulu nú gjalda kr. 3.000,- í depositum fyri at koma uppá bíðilistan.

Upphæddin verður trekt frá prísinum við seinni útluting av kommunalum grundøki.

Ynskir umsøkjari at strika seg av listanum aftur, verður upphæddin goldin umsøkjaranum aftur uttan rentur.

Kommunan hevur tøk grundstykkir runt í øllum bygdunum, sum síggjast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

EksternLeinkja1: http://runavik.fo/index.asp?pID={93C03902-1B72-474D-9DD1-A1C4B8931723}