HEIM
15.06.2018

Setanin av Eystanstevnuni 2018

Deidre Hansen, ENEKK, Niclas og Lena, Estetiska fimleika liðið Svalan og Nes Sóknar Hornorkestur.

Fríggjakvøldið 15. juni kl. 18.00 í Løkshøll

Tá Eystanstevnan verður sett, verða ymisk innsløg at uppliva. Sjálva setanarrøðuna kemur Deirdre Hansen av Glyvrum at flyta fram. Deirdre starvast sum yrkis- og lestrarvegleiðari á Fjarnámi.

Trúðfasta hornorkestur okkara, Nes Sóknar musikkfelag, kemur sum so mangan áður at seta ein háðtíðarligan dám á setanina. Dúgliga venja tey hvørt mikukvøld undir sera stinnari leiðslu av fryntliga Ken, og ferðast tey javnan út um landoddarnar at framføra. Næsti túrur stendur fyri longu nú í summar, tá Edinburgh fær gleði av at hoyra hornblástur úr Føroyum.

Økið er eisini ríkað við øðrum sera dugnaligum tónleikarum. Bólkurin Enekk, sum hevur smíðjað fleiri góð løg, trínur á pallin at framføra í samband við setanina, og eisini kemur Lena Andersen, væl akkompagnierað av guitarspælinum hjá Niclasi Johannesen, at syngja nøkur av sínum bestu løgum.

Setanin endar við eini vakrari estetiskari framførslu hjá unga fimleikaliðnum Svalan frá Støkk sum fekk eitt flott 2 plássi til FM.

Í alt ein sera áhugaverd setan við spennandi røðara, estetiskum fimleiki, hugnaligum horntónleiki, og tónleikaframførslum á hægsta føroyska stigi.

Eystanstevnan verður sett fríggjarkvøldið, 15. juni kl 18.00 í Løkshøll.