HEIM
13.10.2011

Setan av Mentanarvikuni

Mentanarvikan í Runavík verður sett sunnudagin 23. oktober klokkan 15 í Løkshøll.

Tiltakið fevnir millum annað um tónleik, sang og rørslu. Magnus
Rasmussen, borgarstjóri, fer at leiða setanina, og Jógvan Fríðriksson,
bispur, setur mentanarvikuna 2011. Hornorkestrið fer sum altíð at seta sín
dám á løtuna.

Sum partur av setanini verður skipað fyri einum gongutúri frá Løkshøll runt
Toftavatn í erva.

Áðrenn farið verður til gongu, býtir Nósi endurskin út til gongufólkið, og
øll børn fáa eina ballón.

Tá komið verður aftur, er møguligt at keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið í café’ini í Løkshøll.