HEIM
01.04.2019

Serstakar filmsýningar til Mentanarvikuna

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu, 22.-28. apríl

2. páskadag verður The Music of Silence vístur í Løkshøll. Filmurin er um heimskenda, blinda operasangaran Andrea Bocelli, sum vaks upp á familjuvíngarði í Toscana. Í samband við hesa sersýning hava vit fingið vín frá júst familjuvíngarðinum hjá Bocelli familjuni, sum vitjandi sleppa at royna í samband við sýningina.

Flaggdagin verða Et knæk og Ikki illa meint, tveir virðisløntir filmar eftir Andrias Høgenni, sýndir í Løkshøll. Aftaná tosar Pætur M. Dahl við leikstjóran um at gera filmar, og um komandi spælifilmsverkætlanina, ið tekur støði í Runavík.

Á miðnátt 26. apríl og 27. apríl verður nakað so forkunnugt sum Drive In biografur í Søldarfirði. Hetta verður omanfyri ‘Saltsøluna’, á økinum har Skipafelagið hevur bingjur. Økið verður í hesum sambandi ruddað, og fyrireikarnir meta, at pláss verður fyri gott 50 bilum. Stórur skermur verður settur upp, og ljóðið verður ført við FM signali, so til ber at lurta í anlegginum í bilinum. Møguleiki verður at keypa ymiskt gott, ið verður lati út til bilin meðan sýningin er.

Kunning um skrá og tiltøk verður leypandi dagførd á Facebooksíðuni “Mentanarvikan í Runavíkar kommunu”.