HEIM
13.05.2015

Seniorfestivalur í Runavík

Aftur í ár verður skipað fyri tónleikafestivali á røktarheimsøkinum í Runavík. 

Leygardagin 16. mai kl. 16.00 fer "Seniorfestivalurin - festivalurin fyri tey tilkomnu” av bakkastokki. 

Umframt at fleiri av okkara bestu tónleikarum/bólkum luttaka, fáa vit í ár vitjan av norska bólkinum SPUTNIK, sum m.a. er kendur við slagaranum "La os leve for hver andre...” og "Luk op din hjerte dør...”
Onnur, sum koma at luttaka eru : Magni Christiansen, Signar í Homrum, Hans Jacob Hjelm, Alex og Kristina Bærentsen
Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum!

Hendan dagin, har vit vóna at veðrið verður gott, verður pallur og tvey telt sett upp á parkeringsøkinum omanfyri røktarheimið. Eisini verður Røktarheimið "opið” fyri festival gestum.

Eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at keypa ymiskt gott til matna!

Ongin parkering verður á økinum hendan dagin og verður víst til parkeringsøkið við, ítróttarhøllina, læknamiðstøðina, Løkshøll og aðrastaðnis í nánd. Skipað verður fyri koyring frá parkeringsøkinum til festivaløkið.

Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður "seniorum”. Vit hava ikki sett nakað aldursmark, og siga tað tí soleiðis: at tey, ið "føla” seg at vera "seniorar” eru vælkomin. Tó skal viðmerjast, at festivalurin ikki er ætlaður børnum og ungum!

Luttakaratalið verður avmarkað og tí er tað umráðandi at ogna sær atgongumerkið sum skjótast.

Atgongumerkið kostar kr. 200,00. 

Atgongumerki fáast til keyps á netinum: www.ere.fo, á Kunningarstovuni í Runavík: kunningarstovan@runavík.fo – tlf. 417060 og á skrivstovuni á røktarheiminum.
Eisini kunnu atgongumerki bíleggjast á tlf. 290211 ella 290212

Í vón um, at aftur í ár verður tikið væl undir við hesum tiltaki.