HEIM
23.06.2011

Sendiharravitjan í Runavík

Mikudagin hevði Runavíkar kommuna vitjan av sendiharrunum úr 28 ymiskum londum, sum í hesi vikuni hava verið á almennari vitjan í Føroyum. Ferðaliðið, sum taldi 60 fólk, var boðið til miðmála í veitsluhølunum á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, har kommunan var vertur. Borðreitt var við sjálvtøkuborði við alskins góðum mati, bæði kjøt- og fiskarættum og fingu gestirnir eisini høvi at smakka føroyska matin.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri tók ímóti og bjóðaði gestunum vælkomnum til Runavíkar og gav teimum eina frágreiðing um kommununa.
Listamálarin Harry Knudsen hevði prýtt veggirnar í veitsluhøllini við egnum málningum. Musikkskúla- og skúlanæmingar framførdu við tónleiki og sangi og smágentur hjá Støkk høvdu eina framførslu við estetiskum fimleiki.
Tá borðhaldið var av, fingu gestirnir høvi til at síggja røktarheimið, áðrenn farið var at vitja á Bakkafrost.