HEIM
24.05.2007

Sendiharravitjan á Runavíkini

15. mai vóru 76 sendiharrar úr ymiskum londum við makum, og vitjaðu Runavíkina.
Nógvar flaggstengur vórðu settar upp til forkunnugu vitjanina.
Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri helt røðu og ynksti teimum vælkomnum.
Hotel Runavík borðreiddi við nógvum ymiskum fiskasløgum, sum vóru virkað á Skálfjørðinum og virkini við fjørðin høvdu latið. Fiskurin var tilgjørdur á allar hugsandi hættir, og eiga kokkarnir eitt heraklapp fyri eina ótrúliga góða máltíð.
Áðrenn og undir døgurðanum spældu Morid og Maria tvørfloytu og Jórun klaver. Eftir døgurðan lá leiðin inn á Bakkafrost, har Regin Jacobsen tók ímóti sendiharrunum og gav teimum eina rundvísing á virkinum.