HEIM
02.06.2015

Semja um stevnuna

Ítróttarfeløgini og Runavíkar Kommuna hava havt fund um summarstevnuna í Runavík, sum vanliga er í juni mánað.

Í ár fellur tað soleiðis, at sama vikuskifti, sum summarstevnan vanliga er í Runavík, er Fjarðastevna við FM-róðri á Strondum.

Hetta vikuskiftið hevur besta liðið hjá NSÍ sín einasta heimadyst í juni-mánað.

Semja var um, at tað ikki var rætt at hava tvær stevnur á Skálafjørðinum sama vikuskifti.

Kommunan og feløgini eru tí samd um, ikki at hava summarstevnu í ár, men heldur at fyrireika seg væl til komandi ár, tá FM-róður aftur er á Eystanstevnu í Runavík.

Onnur summartiltøk sum summarkvøld við Toftavatn og Laksatorgið vera sum vant.