HEIM
26.09.2014

Semja fingin um Eysturoyar røktar og ellisheim

Tíðindaskriv. 26.09.14
Kunning um Eysturoyar røktar-og ellisheim í Runavík.

Sum partur av yvirtøkuni av eldraøkinum eru Eystur-, Fuglafjarðar-, Runavíkar-, Nes- , Sjóvar-, Eiðis- og Sunda kommunu komnar ásamt um, at Eysturoyar røktar og ellisheim frá 01.01.15 verður partur av
eldraøkinum hjá Skálafjarðarsamstarvinum, t.v.s. Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum. Kommunurnar hava samtykt, at sjálvsognarstovnurin verður avtikin pr. 01.01.15 og at Eysturoyar røktar- og ellisheim hareftir verður ogn hjá Skálafjarðarsamstarvinum. Broytingarnar í ognarviðurskiftunum viðføra ongar broytingar hjá búfólkunum á ellisheiminum.