HEIM
03.05.2010

SANSA í nýggjum hami

Fokus á "Ung anno 2010".

Handilsmiðdepilin í Runavík skipar aftur fyri stórum spennandi tiltaki í Løkshøll týskvøldið 11. mai. Tiltakið kallast SANSA, men hesaferð í nýggjum hami. Tiltakið byrjar kl. 19.30 og endar kl. 23.00.

Høvuðsevnið á Sansa verður "Ung anno 2010" og á skránni verður nógv forvitnisligt og spennandi.

Elin í Stórustovu skipar fyri "Live talk-show". Hon fer at hava eina samrøðu við Rudi Johannesen, sum er kundaráðgevi í ungdómsdeildini hjá EIK, um nýtsluvanar hjá ungum í dag. Salua Manai, varaleiðari á Margarinfabrikkini, kemur eisini at siga eitt sindur um tær avbjóðingar ið ung kunnu møta í dag og týdningin av at hava eitt ungdómshús í nærumhvørvinum. Hans Olsen, sum gjøgnum sítt arbeiði kennir til ráki millum ung, fer eisini at siga sína meining um, hvussu ung skulu síggja út í dag. Um tað er "in" at verða øðrvísi ílatin ella um mann helst skal líkjast fjøldini!!
Elin hevur eisini ung við sær, sum hon plagar at tosa við, um ymisk evni og vit koma eisini at hoyra teirra meining um evnini, sum verða vend.

Sálarfrøðingur Maibritt Højgaard, sum er uppvaksin í Saltangará, fer at halda ein fyrilestur um tannáringar og samleika teirra. Maibritt arbeiðir í dag fyri Rambøll Management Consulting í Keypmannahavn,

Jákup Veyhe og Kim Hansen fara at gleða okkum við skemti og tónleiki. Hesaferð koma vit at uppliva Jákup sum tannáringur og kenna vit hann rætt, verður hetta sera undirhaldandi. Kim Hansen fer at undirhalda við sínum frálíku rødd og klaverspæli.

Luttakandi limirnir í HMD, hava vøruframsýning og sølu, sum undanfarnu ferðirnar. Øll vitjandi fáa ein spennandi gávuposa tá ið tey koma og í steðginum verður høvi at síggja lívligu og kreativu vørubásarnar sum hava nógv frísk og summarlig tilboð til tey vitjandi.
Spennandi eksotiskur drykkur og snacks verður at fáa í steðginum og sjálvandi eisini kaffi við okrum søtum.

Ragnhild Ellingsgaard verður vertur og atgongumerki verða at fáa í Effo Saltangará og limahandlum. Sí www.hmd.fo.

Luttakandi handlar eru: Berglon, Bakaríið, Bókabúðin, Borg, Colorama, EIK, Hjá Sannu, Orkis, Shop-in, Trendfloor, Vodafone.