HEIM
08.08.2012

Sandrok í Oyndarfirði

Natúruvakra økið kring Oyndarfjørð fær eina uppsjeining í hesum døgum. Sandbáturin "Tinganes" er farin undir at flyta sand inn í fjarðarbotnin. Í løtuni verður sandurin tikin upp á Rituvík og fluttur norðuryvir. Hetta er ein verkætlan, ið hevur til endamáls at endurskapa Stórasand, sum endaliga bleiv burtur fyri áleið hálvari øld síðani. Sambært oyndfirðingum tóku teir sand haðani til stoyping og húsabygging, táið betongið gjørdist berandi tilfarið, tá fólk settu búgv, og tá aðrir bygningar skuldu fáast upp at standa - og seinri løgdust sandbátarnir á restirnar. Fyri hálvri øld síðani var Stórisandur í Oyndarfirði at kalla horvin. Tað hevur verið ein dreymur hjá teimum sum búleikast í umráðnum, at sandurin kom til heiður og æru aftur, og nú grør brádliga aftur um gangandi fót. Ein trivalig slanga er nú løgd frá sandinum og út til sandbátin, sum pumpar nýggja sandin inn ígjøgnum slanguni, haðani hann verður sprændur yvir økið, sum ætlandi verður ein nýggj sandstrond um stutta tíð.

(frá portofrunavik.fo)