HEIM
19.12.2013

Samstarv um eldraøkið

Kommunurnar kring Skálafjørðin hava í dag avtala at fara undir eina tilgongd, har tær í felag skulu skipa eldraøkið, tá tað eftir ætlan verður lagt út til kommunurnar at umsita 1. januar 2015.

Uppskot til løgtingslóg, um kommunalt samstarv á eldraøkinum, er lagt fyri Føroya Løgting. Sambært uppskotinum verður mælt til, at kommunurnar í Eysturoy, (undantikið Sunda- og Eiðis kommunur) er eitt samstarvsøki. Møguleiki er at gera kommunalar samstarvsavtalur í samstarvsøkinum, treytað av, at tað í økinum búgva í minsta lagi 3.000 íbúgvar. Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava sagt frá, at tær báðar kommunurnar eru farnar undir eina tilgongd um at skipa eldraøkið hjá sær.

Sambært uppskotinum skulu kommunurnar í seinasta lagi 1. mai 2014 hava skipað seg í kommunal samstarvsøki.

Tá eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita, eru tað kommunurnar, sum hava ábyrgdina av heimatænastuni, eldrarøkt v.m.

Tíðliga næsta ár fara Runavíkar-, Sjóvar- og Nes kommuna at útgreina, hvørjar tænasturnar á eldraøkinum skulu verða, og hvussu tær skulu skipast. Útgreiningararbeiðið skal enda við eini samstarvsavtalu, sum skal verða klár at undirskriva fyri 1. mai 2014.

Kommunurnar kring Skálafjørðin hava ídag fleiri vælvirkandi samstørv, nevnast kunnu barnaverndartænastuna og tilbúgvingina (Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið).

Toftum, hin 18. desember 2013