HEIM
01.07.2016

Samskiparin settur í starv

Runavíkar kommuna lýsti herfyri eftir samskipara til ítróttar- og mentanarøkið í kommununi. Ætlandi skal samskiparin skipa og skapa innihald í frálíku kørmunum, sum eru og fara at koma í økinum. Í fyrstu atløgu fær samskiparin ábyrgdina fyri at leiða og skipa virksemið í Bylgjuni, bæði tá tað snýr seg um ítróttarfeløg, fastar leigarar, útleigan umvegis netið og stór og lítil tiltøk.
Samskiparin hevur eisini ábyrdina fyri at fáa til vega og skipa fyri tiltøkum í Løkshøll. Harvið kemur samskiparin at virka í tøttum samstarvi við húsavørðin i Bylgjuni og við leiðslurnar á Bókasavninum við Løkin, í Skúlanum við Løkin og tøkniliga samskiparan í Løkshøll. Við tíðini kann væntast, at setti samskiparin fær allar kommunalu karmarnar á ítróttar- og mentanarøkinum undir sítt veingjabreiði.
6 umsøkjarar vóru til starvið. Á býráðsfundi hin 30. juni samtykti býráðið at taka undir við tilmælunum frá samdum setanarbólki, mentanarnevndini og fíggjarnevndini um at seta Bárð Højgaard í starvið sum samskipari.
Bárður Højgaard er cand. mag í upplivingarvinnu og BA í talgildari sniðgeving og kykmyndum og sjónvarpi. Hann býr í Lamba, er 30 ára gamal og giftur Kirstini, og eiga tey dóttrina Simonu. Bárður hevur starvast ymsar staðir síðani lokna útbúgving frá lærdum háskúla, og í seinastuni hevur hann verið virkandi leiðari á Kunningarstovuni í Saltangará.