HEIM
26.06.2008

Samanleggingarsáttmáli undirskrivaður

Fyri løtu síðani varð sáttmálin um samanlegging av Funnings - og Runavíkar kommunu undirskrivaður av borgarstjórunum Marjun Juul Johannesen og Hans Jákup Lamhauge. Hetta fór fram á hugnaligari samkomu í býráðssalinum í Runavík beint eftir mánaðarliga býráðsfundin í Runavíkar býráð.

Samanleggingin gerst veruleiki 1. januar 2009, og til tá fara kommunurnar at arbeiða tætt saman.

Runavíkar kommuna fer tá at telja 15 bygdir við 3760 íbúgvum.