HEIM
11.07.2008

Samanlegging millum Funnings og Runavíkar kommunur góðkend

Helena Dam á Neystabø hevur í dag endaliga góðkent sáttmálan um samanlegging millum Funnings og Runavíkar kommunu. Hetta er triði sáttmálin um samanlegging, sum er góðkendur í hesum kommunuvalskeiðinum. Tað merkir, at talið av kommunum, sum í dag er 34, í mesta lagi verður 31 tann 1. januar 2009.