HEIM
17.06.2018

Samanhald og savningarmegi

Røða, sum Deirdre Hansen helt í Løkshøll, tá Eystanstevnan 2018 varð sett fríggjakvøldið 15. juni:

Góðu stevnuluttakarar – fyriskiparar, ítróttafólk, borgarar úr øllum 15 bygdum í Runavíkar kommunu og øll vitjandi. Takk fyri heiðurin at verða biðin at halda setanarrøðu á Eystanstevnuna í 2018.

Júst í ár eru 30 ár liðin, síðani eg flutti til Runavíkar kommunu. Vit settu búgv á Glyvrum, og her í kommununi trívast vit væl. Her er “vítt til veggja,” her er frælsi at arbeiða, læra og at mennast alt lívið. Hetta er eitt gott samfelag og ein góð kommuna at búgva í.

Sjálvandi er nógv broytt og ment her hesi árini. Lívið gongur sína gongd, men ein almenn professionalisering og globalisering er farin fram, sum umfatar okkum øll, um vit vilja tað ella ei. Sumt kemur av sær sjálvum heldur ótilvitað, meðan annað er ment av fólkinum, her býr - í góðum samstarvi við land, kommunu, arbeiðspláss, stovnar og feløg. Her býr eitt sera arbeiðsamt, tolið og treiskt fólk, sum fyrst av øllum vil og tímir at arbeiða og síðani íðkar ymiskt í frítíðini. At virða sjálvt lívið og grundleggjandi tríbýtið í lívinum hjá fólki - arbeiði, frítíð og hvíld - er ein góð, sunn samanseting, ið elvir til trivnað. Í einum góðum samfelag er eyðkennið, at fólkið trívist og hevur tí yvirskot at menna sama samfelag.

Síðani 1961 hevur Eystanstevnan mestsum á hvørjum árið verið eitt av savnandi hæddarpunktunum í kommununi, her eru øll vælkomin. Her kanst tú hitta fólk og tú kanst royna væl fyriskipaðu og fjølbroyttu tiltøkini. Skráin fyri Eystanstevnuna er aftur í ár væl fyrireikað og okkurt er fyri øll. Árstíðin og gott veður ger, at hugnin er í hásæti, hóast vit hvørki stýra árstíðunum ella veðrinum.

Vit stýra heldur ikki lívi og deyða, og minnast vit við størstu virðing tey farnu, sum løgdu lunnar undir okkara góða samfelag, sum summartevnurnar eru partur av.

Men trivnaði og samanhaldi kunnu vit sum samfelagsborgarar stýra - antin hin rætta ella skeiva vegin. Samanhald og sosial savningarmegi er neyðugur partur av einum góðum samfelag, har fólk vilja seta búgv, og júst hesum leita fólk eftir. Tí er tað av stórum týdningi, at vit áhaldandi hugsa og virka “inklusivt,” um samfelag og kommuna okkara áhaldandi skal mennast, og um fólkið skal trívast.

Tað loysir seg tí hjá okkum øllum at steðga á viðhvørt og spyrja okkum sjálv og hvønn annan:
Hvørjir eru borgararnir í okkara samfelag?

Hoyra vit allar partar, lova vit øllum framat og eggja vit fólki at taka lut?

Hvørji tilboð eru hjá ymsu samfelagsbólkunum og aldursbólkunum, so tey kunnu taka lut í góðum felagslívi?

Hvussu væl kunna vit um ymsu tilboðini og tiltøkini?

Og hvussu røkka vit øllum við mennandi og opnum tilboðum í dag?

Hvussu skipa vit lærings- og menningarumhvørvi, sum rúma øllum borgarum?

Nakað nógv av hesum verður rokkið við tilboðum um góðan felagsskap, sum longu eru staðsett í kommunu okkara.

Tilboð um góðan felagsskap hava stóran týdning.

Ítróttarfeløg
Her hava ítróttarfeløgini havt sín stóra og sera positiva leiklut við hvørt á sín hátt at bjóða út ítróttagreinar, sum í sjálvum sær skapa inklusjón og felagslív, umframt at tað eisini er heilsugott.

Ítróttur hevur stóra savningarmegi og skapar samanhald av tí góða slagnum. Luttakarar, avvarðandi og áhugað verða á positivan og mennandi hátt drigin við inn í ítróttina við at íðka, fyriskipa, heppa, ferðast, skaffa pening, stuðla og menna ítróttargreinina. Her kunnu øll sløg av evnum brúkast, og fær barnið og hin ungi góðar, positivar royndir frá ítrótti og felagslívi, kann tað eisini henda, at gentan ella drongurin sum vaksin vil stuðla ítrótti fíggjarliga. Fíggjarligi parturin av ítrótti tykist fylla nógv meiri í dag enn fyrr, og nú eru ítróttarfólk okkara jú eisini við í fleiri altjóða kappingum innan alt fleiri ítróttargreinar. Her er sonn professionalisering og altjóðagerð farin fram. Og vit, ið eru tilkomin og eldri, fylgja væl við og eru spent tykkara vegna, sum íðka, og vit gleðast um góðu úrslitini, sum tit røkka og koma heim aftur við.

Eisini gevur hetta børnum og ungum royndir at skipa felagslív, sum tey hava við sær inn í vaksnamannalívið. Nógv eru vit, sum á ungum árum, hava verið venjarar, liðleiðarar og dómarar. Vit hava notið gott av hesum royndum seinni í lívinum, bæði skipanarliga og fólksliga. Námsfrøðin úr ítróttaheiminum tykist virka væl í øðrum samanhangum við, eitt nú á arbeiðsplássum, í læru og undirvísing.

Góður felagsskapur verður mentur av fleiri aktørum í kommununi.

Skótar
Skótarnir hittast og arbeiða nógv í toymum, vanda um lívið og umhvørvið, og við æru sínari geva skótarnir lyfti um, at eftir førimuni vilja tey verða trúgv móti Gudi og landi, vera hjálpsom móti øllum og halda skótalógina. Góðar meginreglur, sum vit øll kunnu gera brúk av alt lívið.

Samkomulív
Nógv gott kristiligt og mennandi sosialt arbeiði verður gjørt í kirkjum og samkomunum í okkara kommunu. Frítíðararbeiði, tónleikalív og vælgerandi arbeiði, har øll kunnu taka lut, brúka og menna sínar gávur, tað er gull vert fyri góða lívið. Tykkara inklusivitetur, gávumildni og góðu verk eru eisini gull verd fyri einstaka menniskja og samfelagið.

Sjálvboðin arbeiðsmegi
Sama kann sigast um annað sjálvboði arbeiði, sum fer fram innan hjálparfelagsskapir, eitt nú Reyði Krossur og avhaldsfelagið Blái Krossur, sum veita hjálp, vitjanartænastur og skipa fyri tvørmentanarligum tiltøkum, so sum at savna inn góð klæðir og innbúgv. Hetta fer væl um umhvørvið, samstundis sum hetta kann brúkast og gevur teimum góða meining, sum fáast við hetta.

Lívlong læring
Kórsangur, tónleikur, musikkskúli, kvøldskúli, fornminnisfeløg, gongufeløg og ymisk onnur áhugafeløg, sum eitt nú skipa fyri gerð av gongugøtum, alt er við til at menna lív og góða heilsu, sum elvir til góðan felagsskap. Lívlong læring er at finna alla staðni, um ein søkir og ynskir tað, møguleiki er eisini at útbúgva seg á øllum stigum bæði í Føroyum og gjøgnum Internetið.

Tilflytarar
Vit eiga tí eisini at hugsa um nýføroyingarnar, fólk, ið flyta til okkara úr øðrum londum, eins og tey úr øðrum støðum í Føroyum. Okkara gestablídni eigur at røkka øllum somlum við vælkomupakka á móttøkustaði við góðari kunning á netinum, umframt tilboðum um virðiliga upplæring innan mál og samfelagsviðurskifti, tí – aftur her – skapar hetta bestu fortreytirnar fyri trivnaði og inklusjón. Vit eiga sjálv eisini at menna vitan og førleikar okkara, so samanrenningin gerst lættari.

Søgn um ítrótt her á staðnum
Tvær sagnir um søguliga ítróttarandan í fólkinum, her býr, mugu tit hoyra, tí menningin innan ítrótt stavar jú onkunstaðni frá og hevur søguligar røtur.

Um ár 1600 og nakað út í 17. øld vóru fýra kongsbøndur á Heimistovugarðinum á Glyvrum. Allir búðu í sama húsi. Táverandi bóndi, ið átti hesar synirnar, har bert tann yngsti giftist, gjørdi av at býta garðin í millum allar synirnar, soleiðis at hvør fekk sínar tvær merkur. Sokallaðu Gomlu Merkurnar bera enn í dag navn eftir hesum fýra bóndum, sum sótu fyri teimum. Hann, sum hevði tær norðastu frá Gjónni og suðureftir, kallaðist Janus. Tann næsti Antines, tann triðji Ólavur (Ólavur Sterki). Tann, sum hevði tær ytstu, Heimaru Ytstu Mørk og Ytru Ytstu Mørk, skuldi eftir søgnini eita Niels. Hesin var yngstur og einastur av brøðrunum, ið var giftur.

Gamli Glyvrabøur, uttan fyri Gjónna, ið hoyrdi til hesar brøður, rakk møguliga ikki longri enn út á Ringlastein. Elsti sonur Niels festi so allar 8 merkurnar, eftir at pápabeiggjarnir vóru deyðir. (Kelda: Góður er gamalur í ráðum)

Ólavur Sterki var breiðvaksin maður. Hann man hava liva, tí fleiri staðarnøvn eru knýtt at navni hansara. Søgnin sigur, at einaferð Ólavur Sterki var saman við eini fjallgongu á Hjøllunum, komu teir fram á ein stóran stein. Hendan stein lyfti Ólavur høgt upp frá við báðum hondum. Síðani tá varð steinurin nevndur: Hav Ólavs Sterka. Havið liggur millum Skarið Fossar og Lónsbrekku í Leitishaganum á Glyvrum, tætt heimanfyri ta sokallaðu Fjallmannakeldu, har fjallmenninir plagdu at hvíla seg á heimaferðini. (Keldur: Keraldið nr.1 og Góður er gamalur í ráðum)

Einaferð í vælmaktsdøgum Ólavs Sterka var ein vestmenningur trúlovaður við eini dóttir Norðurstovubóndans. Hesin drongur, Garða Mikkjal, var upp undir jól komin at vitja gentuna.

Sjálvan Tollaksmessudag, fagrasta veður var, høvdu nakrir gjørt av at fara til útróðrar. Garða Mikkjal var eitt satt reystmenni í útsjónd, hann skuldi hendan dag vera ein av bátsskipanini, ið taldi seks mans. Lítið bar til við fiskiskapinum, og tíðliga varð farið til lands. Komnir inn fyri Saltnes varð avgjørt, at Ólavur og Garða Mikkja skuldu fara at kapprógva. Hinir løgdu árarnar inn. Teir sótu við hvør sínari ár (í sama báti), Ólavur í tí eystaru og Mikkjal í tí vestara borðinum. Róðrarteinurin var úr Saltnestanganum og inn í gomlu Glyvra støð. Eftir søgnini gjørdist úrslitið tað, at teir bóru ikki við land, fyrr enn inni á Ryggi. Sostatt vann Ólavur róðurin og fekk síðani tilnavnið Sterki. Vestmenningurin skuldi tá siga, at hann helt tað vera nógv fyri, at hasin vøtturin skuldi vinna seg í kappróðri.

Søgnin sigur, at Garða Mikkjal mátti fara so nakkalangur morgunin eftir økt fyri dag til Vestmanna aftur. Soleiðis endaði hesin kappróður millum hesar háttvirdu menninar. (Kelda: Jørleif T. Hansen, 2014) Og trúlovingin endaði helst eisini.

Soleiðis sigur søgnin, at tey kappaðust tá í tíðini, lyftu hav og róðu kapp. Tá var tað partur av arbeiðsdegnum.

Endi
Í vælferðarsamfelag okkara eru sera nógv tilboð, og hárfínt mark er millum, nær ein tekur av røttu nøgdunum av tilboðum ella ov nógvum. Áðurnevnda tríbýti - arbeiði, frítíð og hvíld - hevur týdning, eisini hjá børnum og ungum at læra og virða, um heilsan skal virðast og strongdin haldast burtur.

Tí liggur ein partur eisini hjá foreldrum, verjum og myndugleikum at hjálpa børnum og ungum at velja og vraka millum mongu tilboðini og at halda fast í tí, teimum dáma og tí, tey trívast við, tað verið seg ítróttur, ítriv, vælgerandi arbeiði ella annað, sum skapar trivnað og góð, mennandi sosial sambond.

Hetta mennir samfesti og savningarmegina í samfelagnum.
Hvør okkara minnist ikki aftur á - tá NSÍ vann føroyameistarheitið í fótbólti ella í kappróðri, - tá Støkk vann heiðursmerki bæði í Føroyum og uttanlands, - tá luttakarar í Taekwondofelagnum Hwarang Føroya vunnu svarta beltið ella komu heim við heiðursmerkjum, - tá Skála Ítróttarfelag vann oddadyst í meistaradeildini (serliga á NSÍ) og - fyrr tá Skálabáturin og Oyndri vunnu føroyameistaraheitið í kappróðri – og ikki at gloyma, tá íðkarar í Svani vunnu heiðursmerki. Øll hava tit gjørt okkara samfelag og nærumhvørvið betri. Takk fyri tað.

Takk fyri øll somul, sum á hvør sín hátt og við hvør sínum gávum, stuðla øllum tí góða, sum skapar samanhald og savningarmegi í kommunu okkara. Tað ber okkum framá.

Við hesum orðum er Eystanstevnan 2018 sett. Góða Eystanstevnu!

Deirdre Hansen