HEIM
10.09.2018

Saman rudda vit Føroyar – uppá ein dag!

Meldið tykkum til her, so vit kunnu planleggja ruddingar um alt landið, og kunna tykkum um ruddingar í tykkara øki:  ruddaforoyar.fo

15. septembur skipar Rudda Føroyar fyri, at Føroyar vera partur av altjóða ruddingardegnum, World Cleanup Day. Málið er at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at taka lut í ruddingum um alt landið, har ruddað verður so nógv sum gjørligt.

Á tann hátt kunnu vit slóða fyri einari nýggjari byrjan við reinum borði, soleiðis at vit kunnu hyggja frameftir og fyribyrgja, at tørvur verður á altjóða ruddingardøgum í framtíðini!

Um øll í tiltakinum melda seg og sítt húski til, so verða vit sera væl mannaði, tá vit fara at rudda Føroyar!