HEIM
02.12.2015

Sama jólastjørna í Føroyum og Afriku

Tíðindaskriv frá Skála kirkju:

Sunnudagin 6. des. kl. 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Bæði kendir jólasálmar og nýggir úr sálmabókaískoytinum verða sungnir afturvið góðum tónleiki, sum lokalir tónleikarar taka sær av.

Marin Elisabeth Poulsen hevur jólahugleiðingar.

Hetta er nú 6. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki. Frammanundan hava onnur fólk við tilknýti til bygdina hugleitt um jólaminnir frá aðrari tíð og øðrum mentanum. Marin Elisabeth dugir sera væl at siga frá og hevur ferðast víða, m.a. í Afriku.
Aftaná gudstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Meinigheitshúsinum.