HEIM
10.10.2007

Sæunn Ólavsdóttir við á økisfundi í Demokratia

Tíðindaskriv:
Eru kvinnur øðrvísi?
"Meira enn ein kvotu-kvinna" er evnið, sum Rúna Sivertsen fer at røða um á økisfundinum, sum Demokratia skipar fyri í Eydnuni á Oyrabakka, mikukvøldið 10. oktober kl. 19.00.

Undir heitinum "Meiri enn ein kvotu-kvinna" fer Rúna Sivertsen at eggja kvinnum at vera við til at taka tær avgerðir, ið skapa framtíðina hjá teirra børnum og ommubørnum.

Eisini fara Sæunn Ólavsdóttir Hansen og Randi í Jógvanstovu, býráðspolitikarar, at hugleiða um, hví neyðugt er við fleiri kvinnum í politikki.

Fundurin er ein av økisfundunum, sum Demokratia, nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, skipar fyri kring landið. Í tí sambandinum fara Hjørdis Háberg Petersen og Eyðun Christiansen, umboð fyri Demokratia, at greiða frá arbeiðinum hjá nevndini.

Fundurin verður í kvøld 10. oktober klokkan 19.00 í Eydnuni á Oyrabakka.

Aftaná verður kjak og ein drekkamuður.

Demokratia
Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki