HEIM
16.07.2012

Sæunn Ólavsdóttir Hansen virkandi borgarstjóri

Meðan Magnus Rasmussen, borgarstjóri, er í summarfrí 16. juli - 13. august, verður Sæunn Ólavsdóttir Hansen virkandi borgarstjóri.

Sæunn hevur drúgvar royndir í kommunupolitikki: hon var fyrstu ferð vald í Runavikar býráð 2001-2004. Valskeiðið 2005-2008 sat hon fleiri tíðarskeið sum varalimur. Hetta valskeiðið, 2009-2012 er hon varaborgarstjóri og situr eisini í Sosialu nevnd í býráðnum.