HEIM
24.07.2010

Sæunn Ólavsdóttir Hansen borgarstjóri

Meðan Magnus Rasmussen, borgarstjóri, er í summarfrí 26. juli - 15. august, verður Sæunn Ólavsdóttir Hansen virkandi borgarstjóri. Sæunn hevur drúgvar royndir í kommunupolitikki: hon var fyrstu ferð vald í Runavikar býráð 2001-2004. Valskeiðið 2005-2008 sat hon fleiri tíðarskeið sum varalimur. Hetta valskeiðið, 2009-2012 er hon varaborgarstjóri og situr eisini í Sosialu nevnd í býráðnum.