HEIM
20.10.2012

Sæunn Ó. Hansen, varaborgarstjóri, letur Mentanartjaldið á Glyvrum upp

Sunnudagin 21. oktober kl. 17.00

Ver við tá Mentanartjaldið á Glyvrum letur upp uttanfyri Orkis og Shop In.
Tjaldið letur upp sunnudagin við at varaborgarstjórin í Runavíkar Býráð, Sæunn Ólavsdóttir Hansen, heldur røðu. Síðani verður livandi tónleikur.

Hópin av tiltøkum verða hildin í Mentanartjaldinum alla vikuna. Mánakvøldið verður mótakvøld og týskvøldið verður ‘Krás úr køkinum hjá Oddvør’. Oddvør Skarðhamar fer at borðreiða við lekkrum mati.
Hóskvøldið verður havaframsýning, har Orkis sýnir springvøtn og annað fram. Framsýningin verður at síggja restina av mentanarvikuni.
Fríggjadagin verður fiskamarknaður í tjaldinum, har gjørligt verður at keypa ferskan fisk. Leygardagin hava skótar Kondi Bingo í tjaldinum.

Øll er hjartaliga vælkomin at vitja Mentanartjaldið á Glyvrum.
Sí skrá á www.mentanarvikan.fo