HEIM
02.07.2015

Rynkeby í Runavík

Í dag vitjaði Rynkeby súkkluliðið Runavíkar kommunu. Í túninum við Býráðshúsið vóru børnini í Barnagarðinum á Mýrunum, saman við námsfrøðingunum, komin at taka ímóti við føroyskum fløggum. Tíðarmálið var stutt, hálvur tími, men umsitingin hevði skipað tað soleiðis, at tey fingu ábit og okkurt drekkandi afturvið. Síðani settist Dánjal Pauli Haraldsen við flygli í býráðssalinum, og vakri sangurin hjá Karsteni Hoydal, Landið eg bar við mær, rungaði í høllini. Síðani flutti varaborgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, fram eina heilsu til súkklararnar, og m.a. tók hann soleiðis til orðanna:

"Hjartaliga vælkomin til Runavíkar. Tað er ein fragd fyri okkum, at tit hava lagt leiðina hendan vegin, nú tit eru ávegis til bý býanna í góðum ørindum.

Bardagin ímóti krabbanum er eitt stríð, sum serliga hevur tikið seg upp í okkara tíð. Fyrr doyðu fólk av teringi, einasta loysnin var at befala seg í Harrans hendur, men nú, tá vísindin - læknavísindin - ger framtøk, og roynir sum frægast at kortleggja orsøkirnar til hesa ringu sótt, ið rakar sum ringur eiturørvur í mangar familjur, eisini um okkara leiðir, er ofta vón fyri stavn, um samfelag og einstaklingar stuðla uppundir herferðina ímóti hesum.

Í hesa hepnu process og í hetta samfingna átak, hava tit bóktaviliga valt at brúka tykkara egna kropp. Team Rynkeby, ið byrjaði sum ein motiónstúrur á 11 hjólhestum, hvørs reiðmenn ætlaðu at síggja grand finaluna í Tour de France fyri 13 árum síðani – í 2002, – hevur nú vaksið seg til ein fagran svana, hvørs uppdrift megnaði at sleppa tyngdarmáttinum. So dyggiliga.

Teir ella tey 11, sum løgdu hendan drúgva teinin aftur um seg í 2002, høvdu onkursvegna eitthvørt við danska djúsframleiðaran Rynkeby Foods at gera, virkið stuðlaði teimum á fyrsta túrinum, saman við øðrum, og so væl var taðað, at 38 túsund krónur lógu eftir í kassanum, tá teir sótu á bríkini í Danmørkini aftur. Hesar vórðu óskerdar lætnar Universitetssjúkrahúsinum í Óðinsá á Fjóni.

Eggið var lagt, og nú flýgur svanurin lættur á flogi sum ein millumtjóða verkætlan, ið hevur til endamáls at hjálpa børnum við krabbameini og meint raktu familjum teirra. 1.450 rørslusúkklarar og 350 hjálparar, býttir út á 32 lið, úr Danmark, Svítjóð, Finnlandi, Noregi og úr Føroyum lyfta nú vælgerandi prosjektið, og í fjør megnaði Team Rykeby at lata stríðnum ímóti barnakrabba góðar 36 milliónir krónur. Av hesum vóru 970 túsund krónur lætnar Krabbameinsfelagnum í Føroyum.

At tit leggja tykkara kropp til nakað so vælsignað sum tað, at hjálpa heilt illa fyrikomnum børnum í royndini at sleppa burturúr krabbanum, er virðismikið. Virðismiklari enn tit kanska geva tykkum far um, hvørja ferð tit stúta iljarnar niður á pedalarnar á hesum langa teini. Vit skulu hava almennar skipanir, sterkar almennar skipanir, men tær røkka ikki altíð. Minnist ein landsstýrisfund, har ein umsókn frá Frelsunarherinum, um stuðul til Herbergið, var til viðgerðar. Landsstýrimaðurin, sum umsat málið, helt, at hetta líka so væl kundi skipast sum almenn tænasta. Hesum mótmælti eg harðliga, nakrar fáar krónur til kristna hjálparfelagsskapin vóru nógmikið til at Herbergið var opið í 365 X 24 tímar um árið, alternativið var ein almennur stovnur fyri fleiri milliónir um árið. Soleiðis eiga skipan, áhugi, hjálpsemi, idealisma og filantropi at ganga hond í hond, fyri at fáa samfelagið at rigga. Tit – føroysku Rynkeby súkklararnir - eru eitt gott dømi um hetta sama.

Roknaði við at løgmaður var saman við tykkum í dag, men eftir eitt stutt samskifti í gjárkvøldið, segði hann mær, at hann tíverri ikki fekk stundir til hetta. Nú kenna vit ta søguna umvegis miðlarnar. Hann flýtir aftur omaná. Tí verður franska høvuðsborgin ikki politiski snávingarsteinurin hesaferð. Annars er tað ikki so lítið mál at hava sær fyri framman, at súkkla til París, bý býanna. Býurin sum stútt og støðugt hevur verið ein bráðpanna. Urugeianski rithøvundurin Eduardo Galeano, sum doyði fyri kortum, segði: "Í botn og grund er vit tað, sum vit gera til tess at broyta tann, vit eru.” Soleiðis hava teir altíð hugsað í París. Filosoffar, revolutiónir, sterkir útbúgvingarstovnar hava altíð verið partar av hesum heilt serliga býi. Hugsi bara um Parísarkommununa, Stóru Kollveltingina og Ungdómsbyltingina.

Apropos París, løgmann og politiskar trupulleikar. Sjálvur var eg seinast í París júst um hetta mundið í 2008. Var tá fiskimálaráðharri, og sat í einum evarska lítlum gistingarhúskliva, beint við Bastilluplássið, og skrivaði uppskotið um fiskidagar, ið skuldi leggjast fram á Ólavsvøku tað árið. Valdi at fylgja lívfrøðiligu tilráðingini frá fiskifrøðingunum, hetta var fyrsta ferðin tað bleiv gjørt, og heimaftur komin stóð alt tað politiska systemið í einum eldi. Av hesum og øðrum ávum slitnaði tann samgongan 15. september sama árið.

Oftast eru upplivingarnar positivari og hugaligari. Ongantíð áður hava so mong menniskju verið í gøtunum í París sum hin 26. august 1944, tá Generalurin - Charles de Gaulle - var komin heimaftur úr útlegd, og Frakland var fría undan nazistiska okinum. Mannamúgvan gekk allan vegin eftir Champs-Élysées, frá Triumfboganum oman ímóti Notre-Dame kirkjuni. Frælsi hevði sigrað á politiska krabbanum. Um nakrar dagar súkkla tit inn í hendan sama býin, samsvarandi tí góða luti, at hjálpa børnum og ættfólkum teirra burturúr herviliga kropsliga krabbanum. Heiðurin er tykkara, og sum teir gomlu plagdu at taka til, Jesus fylgi tykkum á ferðini.”

Tá varaborgarstjórin var liðugur handaði hann leiðaranum fyri team´ið, Finn Danberg, eina peningaliga stuðulsgávu frá kommununi, og sum havnarmeistari fyri Runavíkar havn tók hann eina skótakumpass upp úr lummanum og handaði Finn hana við hesum orðum:

"Her er ein kumpass, sum eg bæði av ítróttarligum og politiskum ávum ætlaði at geva løgmanni ? Í 2014 byrjaðu tit í Padborg, og súkklaðu og súkklaðu ávegis til París, tað var glopraregn og óhappini regnaðu niður yvir tykkum, m.a. einar 30 punkteringar. Tá nakað væl var fráliðið, og tit hildu tykkum vera komin nakað væl oman í Europu, rendu tit tykkum í eitt margháttligt skelti, eftir umstøðunum, í hvussu er í mun til tað, sum roknað var við, tí har stóð: "Velkommen til Danmark.” Kanska kumpassin kann hjálpa tykkum, um tit aftur hesaferð fara skeiv av misvísningi og deviatión - á leiðini av Flatlondum til París.”

Eftir hetta takkaði Hanna Thorleifsson við fyndarorðum fyri móttøkuna, og góðu ynskini tey høvdu fingið við sær ávegis til Fraklands.