HEIM
25.05.2018

RUNUTUSK á Eystanstevnu

Fyrireikingarnar eru komnar væl ávegis til føroya størstu forðarenning, RUNUTUSK. Og tilmeldingarnar rapla innn. So gerið skjótt av og meldið til!

Kappingin var á fyrsta sinni roynd í fjør. Byrjað verður niðri á havnalagnum, og síðani gongur leiðin niðan til vakra frítíðar- og nátturuøkið við Løkin.

Nógvar avbjóðingar eru á leiðini, men avbjóðingar eru til fyri at vit kunnu vinna á teimum!

Runutusk 2018 verður sunnudagin 17. juni - tað er sunnudagurin á Eystanstevnu.

Í ár verða 4 einstaklingakappingar og tvær liðkappingar

Einstaklingakappingarnar:
- Børn 9-13 ár
- Børn 14-17 ár
- Vaksin 18+
- Elitukapping

Liðkappingar:
- Ítróttarfeløg
- Fyritøkur

Les meiri um tiltakið á facebook-síðuni hjá RUNUTUSK. Har kunnu tit eisini síggja myndir frá tiltakinum í fjør.

Tilmelding fer fram á www.atgongumerki.fo

Tað er avmarka pláss til tær ymisku kappingar, so tað ræður um at melda til í góðari tíð!