HEIM
05.06.2019

RUNUTUSK á Eystanstevnu

Fyrireikingarnar eru komnar væl ávegis til føroya størstu forðarenning, RUNUTUSK. Kappingin er fyriskipað í økinum frá havnalagnum í Runavík, niðan til ítróttarøkið við Løkin og í nattúruvakra økinum við Toftavatn.

Nógvar avbjóðingar eru á leiðini, men avbjóðingar eru til fyri, at vit kunnu vinna á teimum!

Kappingin var á fyrsta sinni roynd fyri tveimum árum. Undirtøkan var góð og afturmeldingarnar sera jaligar. Sjálvt um fólk kappaðust fyri at vinna, kendu luttakararnir á sær, at størsti vinningurin var tað at vinna á sær sjálvum.

Fram til kappingina í ár eru tað nógvir einstaklingar og fyritøkur, sum hava bjóðað hvørjum øðrum av, so tað verður spennandi at vita, hvør er best fyri, og hvør kýtir seg mest fyri at vinna.

Runutusk 2019 verður leygardagin 15. juni - á Eystanstevnu.

Í ár verða 5 einstaklingakappingar og tvær liðkappingar

09.30               Runutusk: aldur 9-12 ár
10.30               Runutusk: aldur 13-16 ár
11.30               Runutusk: Einstaklingar
12.30               Runutusk: Seniorar
13.30               Runutusk: Úrmælingar
14.30               Runutusk: Ítróttarfeløg
15.30               Runutusk: Fyritøkur

Les meiri um tiltakið á facebook-síðuni hjá RUNUTUSK.
Har kunnu tit eisini síggja myndir og kykmyndir frá tiltakinum undanfarin ár.

Atgongumerkir kunnu keypast á loksholl.fo